Eini 50 - 100 fólk við serligum tørvi verða rakt av sparingum

Annars standa yvir 300 fólk við serligum tørvi á bíðilista

Savnsmynd

Sparingarnar, sum nú skulu gerast hjá Almannaøkinum, fara at raka eini 50 -100 viðskiftafólk hjá Almannaverkinum. Tað sigur Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum. Tá ið fíggjarlógin varð samtykt, varð eitt av úrslitunum, at Almannaverkið skal spara fimm milliónir.

 

Og nú vil Sirið Stenberg, tingkvinna fyri Tjóðveldi, hava greiði á, hvussu nógv viðskiftafólk hjá Almannaverkinum fara at verða rakt av hesum. Sólvit Nolsø sigur, at hetta er ringt at svara upp á tí Almannaverkið arbeiðir áhaldandi fyri at sparingarnar skulu raka so fá viðskiftafólk sum yvirhøvur møguligt – og sostatt virka tey eisini, at tænasturnar verða so lítið skerdar sum møguligt. Men hann sigur, at Almannaverkið hevur mett, at talan er kanska um eini 50 - 100 brúkarar, sum verða raktir av sparingunum.

 

Annars upplýsir landsstýrismaðurin, at Almannaverkið hevur 318 fólk á bíðilista til vardar bústaðir, til fyribils bústaðir, til umlætting, til at fáa stuðul, umframt til frítíðartilboð og vardar verkstaðir.

 

Men landsstýrismaðurin sigur, at í teimum førum, har sami brúkari hevur søkt um fleiri tænastur, stendur hann á fleiri bíðilistum.

 

Annars hevur Sólvit E. Nolsø biðið Løgtingið um at játta Almannaverkinum 13,3 milliónir afturat, men tað er ikki til hesar sparingarnar. Tað er til onnur endamál, eitt nú í sambandi við koronu og í sambandi við, at oljan er so nógv dýrkað.

 

Hann sigur, at somuleiðis hevur Almannaverkið eisini sett aðrar sparingar í verk, sum ikki raka brúkararnar. Eitt nú er viðlíkahaldið av bilum, og øðrum, munandi skert og harumframt er arbeiðið at førleikamenna starvsfólk, eisini munandi skert.

 

Hetta eru sparingarnar føra við sær, at bygningar og bilar forfarast – og sum frálíður fær manglandi førleikamenning avleiðingar fyri tænastustøðið, umframt at trivnaðurin hjá starvsfólkunum versnar.

 

Savnsmynd