Einki avgjørt

Champions League: Tað er spenningur í báðum seinnu 1/8-finalunum í kvøld

Mynd: (Scanpix) Erling B. Haaland

Í kvøld verða tvær seinnu 1/8 finalur í Champions League. Manchester City er favorittur at vinna á RB Leipzig, men tað stendur á jøvnunum undan dystinum í kvøld. FC Porto hevur fyrr sent lið úr Seria A úr kappingini, men í dag krevur tað ein sigur.

 

Manchester City (1) – (1) RB Leipzig (20.00)

 

Riyad Mahrez og Joško Gvardiol skoraðu málini í fyrru uppgerðini millum hesi liðini. Manchester City mundi hava munin og er favorittur at vinna seg víðari, men gestirnir hava fleiri vandamiklar spælarar í fremstu rekkju.

 

Tó manglar spælarin, sum fyrr hevur skorað eitt hattrik á Etihad leikvøllinum í Manchester. Tað er franski Christopher Nkunku. Hann hevur havt ein knæskaða og skuldi blíva klárur, men hevur nú fingið ein vøddaskaða.

 

Heimaliðið hevur sett eyguni á Champions League steypið. Nakað sum felagið ongantíð hevur klárað áður.

 

Væntaðar uppstillingar:

 

Manchester City: Ederson; Walker, Akanji, Rúben Dias; Mahrez, Bernardo Silva, Rodri, Grealish; Gündoğan; De Bruyne; Haaland

 

RB Leipzig: Blaswich; Henrichs, Orbán, Gvardiol, Raum; Laimer, Kampl; Szoboszlai, Forsberg; Werner, André Silva

 

FC Porto (0) – (1) Inter Milan (20.00)

 

Tað er einki avgjørt undan dystinum á Estádio do Dragão í Porto. Heimaliðið hevur fyrr sent feløg frá Seria A út í endaspælinum í Champions League. AS Roma í í 2019 og Juventus í 2021.

 

Størsti meinbogin hjá heimaliðnum er, at týðandi miðvallarin, Otávio, má sita uttanfyri við leikbanni. Hann bleiv útvístur í fyrra dystinum, sum Inter Milan vann 1-0 við máli stutt fyri tíð. Málskútti var Romelu Lukaku.

 

Inter Milan hevur havt eitt misjavnt kappingarár. Millum annað taptu teir móti Bologna fáar dagar eftir sigurin á FC Porto. Gestirnir verða møguliga uttan miðverjan Milan Skriniar.

 

Væntaðar uppstillingar:

 

FC Porto: Diogo Costa; Pepê, Pepe, Marcano, Zaidu; Grujić, Uribe, Eustáquio, Galeno; Taremi, Toni Martínez

 

Leikbann: Otávio

 

Eitt gult kort frá leikbanni: Pepê

 

Inter Milan: Onana; Darmian, Acerbi, Bastoni; Dumfries, Barella, Çalhanoğlu, Mkhitaryan, Dimarco; Martínez, Džeko

 

Eitt gult kort frá leikbanni: Bastoni, Martínez, Dimarco

 

Mynd: (Scanpix) Erling B. Haaland