Tað eru framvegis fleiri umfør eftir, áðrenn danska superligan fer í vetrarfrí. At tað av álvara var vorðið vetrarligt ? bæði hjá spælarunum áskoðarunum ? sást væl mánakvøldið, tá AaB hevði vitjan av Esbjerg.
Hóast oysandi regn møttu 5.576 áskoðarar upp. Í kuldanum og regninum høvdu teir ikki nógvar málmøguleikar at klappa fyri. Og dysturin endaði málleysur.
Christian Høgni Ja-cobsen var ikki á liðnum hjá Esbjerg. Gestirnir trýstu í 2. hálvleiki fyri at fáa sigursmálið, men teir komu ikki nærri enn onkur vandamikil hornaspørk og innlegg úr vinstru.
Í síðstu løtu royndi heimaliðið at trýsta. Tað eydnaðist teimum ikki at skora, og tað hevði verið synd fyri Esbjerg, um teir einki høvdu fingið við sær til hús.
Tá hugsað verður um gongdina hjá toppliðnum úr Brøndby, so kundu hvørki Aab ella Esbjerg vera nøgd við bara at fáa eitt stig mánakvøldið.