Einki skvatl í samgonguni

Løgmaður vísir staðiliga aftur, at ósemja er í samgonguni um fullveldispolitikkin

? Eingir trupulleikar hava verið í samgonguni um samanhangin millum fíggjarpolitikkin og fullveldispolitikkin.

Hetta svarar løgmaður, tá hann verður spurdur, um greiða varð fingin á trupulleikunum í samgonguni á samgongufundinum mánadagin. Løgmaður sigur, at teir trupulleikar, ið hava verið frammi, eru skaptir av fjølmiðlunum, og tí er talan als ikki um innanhýsis trupulleikar, hvørki í samgonguni ella í Fólkaflokkinum, vissar hann um. Hann staðfestir, at fólkaflokkurin als ikki bakkar út í fullveldismálinum, eins og summi kanska vilja vera við.


Tvey mál á skránni

Á samgongufundinum mánadagin vóru tvey mál á skránni. Annað var fíggjarlógin og hitt var aðalorðaskftið á tingi um Hvítubók.

Løgmaður greiðir frá, at tað einans vóru karmarnir fyri ávísu økini á fíggjarlógini, ið vórðu viðgjørd á samgongufundinum, og heldur hann, at eitt rímuligt nøgdsemi var millum samgongulimirnar um hesar karmar.

Farnu viku sást ein greið ósemja millum fíggjarmálaráðharran, Karesten Hansen, og fíggjarnevndarformannin, Bjarna Djurholm, í fjølmiðlunum. Bjarni Djurholm segði einki samanhang vera ímillum førda fíggarpolitkkin og fullveldisætlanina. Eftir hesar útsagnir, skjeyt fíggjarmálaráðharrin fíggjarnevndarformanninum í skógvarnar, at hann var sambandskur og ræddist fullveldi.

Men sambært løgmanni kom fíggjarlógaruppskotið ikki á borðið fyrr enn á samgongufundinum í Tinganesi í gjár, og tískil heldur hann einki grundarlag hava verið fyri ósemju um samanhangin millum hana og fullveldisætlanina, og vísir hann eins og áður nevnt á, at talan man vera um eina ósemju, fjølmiðlarnir hava skapt.

Hitt málið á skránni var aðalorðaskiftið um Hvítubók á tingi. Avgerast skuldi, nær aðalorðaskiftið um Hvítubók skuldi haldast. Møguleiki var fyri at byrja seinast í vikuni, men tá er formaður Javnaðarfloksins, Jóannes Eidesgaard, burturstaddur, og tískil er avgjørt ikki at byrja eitt so týdningarmikið mál tá. Týsdagin 5. oktober verður Fólkatingið sett og hósdagin 7. oktober verður generaldebatturin hjá Nyrup. Hesar dagar eru føroysku fólkatingslimirnir burturstaddir, umframt, at formansskapurin í Løgtinginum eisini er burturstaddur.

Hetta merkir, at aðalorðaskiftið kann haldast mikudagin, men hetta merkir eitt øgiligt res fyri fólkatingslimirnar. Tá skulu teir flúgva heim til Føroya seinnapart hósdag og so aftur til Danmarkar hósmorgun. Ein annar møguleiki er, at byrja aðalorðaskiftið fríggjadagin, men tá verður tíðarætlanin trong, av tí at fólkatingslimirnir ikki koma heim fyrr enn um middagsleitið fríggjadagin.

Løgmaður vísir á, at tað er løgtingsformaðurin, ið avger nær aðalorðaskiftið verður hildið, men vísir á, at samgongan peikar á tríggjar dagfestingar. Tær eru 6., 8. og 11. oktober.


Breiða semjan

Løgmaður hevur fyrr meldað út, at hann ynskir eina breiða semju millum føroysku flokkarnar, áðrenn farið verður til Danmarkar at samráðast um ríkisrættarligu støðuna. Hetta stendur hann enn fast við, og trýr somuleiðis uppá, at hetta fer at eydnast.

Anfinn Kallsberg vísir á, at hann heldur sjálvsstýrispolitikkin hjá Javnaðarflokkinum liggja ógvuliga tætt at fullveldispolitikkinum hjá samgonguni.

? Eg haldi, at í veruleikanum er bert talan um, hvussu barnið skal eita. Javnaðarflokkurin ynskir, at Løgtingið skal fáa fullar heimildir og at Føroyar og Danmark skulu vera tveir javnsettir partar. Hetta er tað sama sum sjálvsstýri, men sjálvandi ber til at kalla tað, hvat ein vil. Tí trúgvi eg heilt fast uppá, at vit kunnu fáa eina semju við Javnaðarflokkin.

Løgmaður vísir í hesum sambandi á, at í samgonguskjalinum er staðfest, at endamálið hjá samgonguni er at fáa nýggjan sáttmála við Danmark og at Føroyar skulu fáa fult ræði á sær sjálvum. Sostætt, heldur hann samsvar vera ímillum politikkin hjá Javnaðarflokkinum og tað, sum er niðurfelt í samgonguskjalinum.

Anfinn Kalsberg sigur seg trúgva uppá at gott og mennandi aðalorðaskifti í Løgtinginum, og er hann vísur í, at tað fer at bera til at fara til Danmarkar at samráðast í ár.