Einki steyp til Jákup og Toda

Fótbóltur: Bæði Herfølge og FCK taptu mikukvøldið tepurt á úti- vølli í donsku steypakappingini

Bara eina ferð higartil hevur ein føroyingur verið partur í donsku steypafinaluni. Todi Jónsson var á liðnum hjá FCK, sum kristi himmalferðardag í ár tapti móti Brøndby.

Mikukvøldið varð greitt, at kristi himmalferðardag í 1999 verður eingin føroyingur í Parkini, tá finalan í donsku steypakappingini verður spæld, og tað vil eisini siga, at tað verður ikki í hesum ár túsindinum, at nakar føroyingur fer at uppliva at gerast danskur steypavinnari.


Báðir taptu tepurt

Mikukvøldið vórðu fleiri dystir spældir í donsku steypakappingini. Bæði Herfølge og Jákup Mikkelsen og FCK og Todi Jónsson vóru á útivølli. Í báðum førum var talan um dystir, har íblásturin og undirhaldið ikki vóru nakað serlig, og í báðum førum taptu liðini hjá føroysku spælarunum við einum máli.

Herfølge hevði longra teinin at ferðast. Teir fóru um bæði Lítlabelt og Stórabelt, og fyri fyrstu ferð í tíðini hjá Jákupi Mikkelsen í felagnum, var Ole Mørch ikki við í ferðalagnum.

Silkeborg setti hol á, tá sjey minuttir vóru farnir. Knapt fimtan hundrað áskoðarar sóu teir stúta eitt innlegg í kassan. Á hálva tímanum javnaði Herfølge, og tað var eftir hornasparksinnlegg.

Seinna umfarið var bara 24 sekund gamalt, tá Silkeborg skoraði sigursmálið. Herfølge verjan plagar at hava stórt álit á Jákupi Mikkelsen, og tað plaga teir millum annað at vísa við ofta at leggja bóltin aftur til bólttrygga málverjan. Men hesa ferð kiksaði, uttan at Jákup kundi gera nakað við tað. Ein av verjuspælarunum fekk ikki nóg nógva ferð á afturleggingina, Peter Lassen, sum Silkeborg hevur keypt aftur úr Belgia, hagar hann varð seldur av AB, kom ímillum, og so var Jákup prísgivin. Herfølge trýsti móti endanum, men einki spurdist burturúr, og so fóru teir longu leiðina til hús aftur við ongum.

Sunnudagin skal Herfølge spæla á útivølli móti Lyngby, og eitt av høvuðsevnunum í donsku pressuni er, hvør skal loysa Ole Mørch av sum venjari. Tað ljóðar, at mest sannlíka valið er 47 ára gamli Benny Nielsen, sum í síni tíð var yrkisspælari í Belgia, og sum síðani hann kom aftur til Danmarkar meiri enn eina ferð hevur roynt seg sum venjari, uttan at tað hevur gingið so ógvuliga væl. Í løtuni arbeiðir hann sum umboðsmaður í sambandi við keyp og sølu av fótbóltsspælarum.


Brian verður

við sunnudagin

Í Gladsaxe var talan um ein fusara, tá AB, sum hevði Ole Mørch sitandi millum áskoðararnar, var vertur hjá FCK og Christian Andersen, sum fyri fyrstu ferð vitjaði á Gladsaxe stadion, síðani hann fór úr venjarastarvinum hjá AB.

Undirhaldið var vánaligt, og tað komu eingi mál í vanligu leiktíðini. So var neyðugt at spæla umdyst, og tá 103 minuttir vóru farnir skoraði heimaliðið, og so kundu Ole Mørch og AB fegnast, meðan Todi Jónsson og teir í FCK ikki høvdu so nógv at fegnast um.

Sunnudagin skal FCK til Viborg, og sjálvt um hann er eitt sindur skaddur, nú hann er komin til Danmarkar, so kann tað væl vera, at Brian Laudrup verður við í ferðalagnum og fer at hjálpa til inni á vøllinum. So er spurningurin, um Todi Jónsson fer at spæla saman við honum.

Tá tað varð staðfest, at Brian Laudrup ikki fór at spæla við móti AB, dalaði áhugin fyri dystinum í Gladsaxe. 3.465 áskoðarar møttu upp, og tað vóru nógv færri, enn tað varð tosað um fyrr í vikuni, tá møguleikin varð nevndur, at tað fór at verða útselt.

Størsta áskoðarafjøldin mikukvøldið var í Odense, har OB, sum í ár spælir í næstbestu deildini, har t eir liggja á odda, vann 1-0 móti AGF. Málið kom, tá tað restaðu níggju minuttir, og tað sóu 5.007 áskoðarar.

Brøndby vann 3-0 í Viborg, og bara 487 áskoðarar troystaðu sær út í Lyngby at hyggja at, tá heimaliðið vann 1-0 móti Vejle.