Einki summarveður hesa vikuna

DMI roknar við, at tað verður samdrigið stóran part av vikuni

Danska veðurstovan DMI roknar við meira heystligum enn summarligum veðri hesa vikuna.

 

DMI sigur, at í dag verða 5-10 m/s av útnyðringi og norði, í støðum upp í 14 m/s. Út á dagin minkandi niður í 3-8 m/s. Samdrigið, men onkur sólglotti og í kvøld klárari í veðrinum. Í nátt 8-13 m/s av suðri – hvirlur upp í 18 m/s – samdrigið og regn. Hitin millum 7 og 11 stig.

 

Týsdagin verða 5-10 m/s av útsynningi, eitt skifti upp í 13 m/s. Samdrigið og támut veður við regni ella sirmi. Um kvøldið minni vindur av vestri og tað verður turrari í veðrinum. Hitin millum 6 og 11 stig.

 

Mikudagin verða 2-7 m/s av vestri, um náttina 5-10 m/s av landnyrðingi. Samdrigið. Hitin millum 7 og 11 stig.

 

Hósdagin verða 5-10 m/s av norði og landnyðringi. Samdrigið og nakað av regni av og á. Hitin millum 5 og 10 stig.

 

Fríggjadagin verða 5-10 m/s av suðri og útsynningi. Samdrigið, men turt fyri tað mesta. Hitin millum 5 og 10 stig.