Eisini í Føroyum uppliva vit valdsnýtslu

- Vit hoyra um fólk, sum eru beinleiðis tveitt í song. Tað vil siga, at starvsfólk hava tikið um føtur og bein og ripað tey í song, sigur Rúna Sivertsen

Rúna Sivertsen, forkvinna í Tign, hevur tikið stig til at fáa Dorthe Birkmose til Føroya at halda hendan fyrilesturin.

- Eg las bók hennara í lesnaði mínum, og tók veruliga boðskapin til mín. Tí valdi eg at bjóða henni til Føroya, og hon tók av tilboðnum beinanvegin, sigur Rúna Sivertsen.

 

Rúna Sivertsen kennir seg aftur í nógvum av tí, sum Dorthe Birkmose greiðir frá um tað at gerast rá og ivast ikki  í, at mong onnur eisini kunne merkja hetta bonska og ráa rísa upp í lívi sínum til tíðir.

- Vit síggja tað eisini í sambandinum millum foreldur og børn, at foreldur gerast ill og strong við børn síni og ofta eisini manipulerandi, sum eisini er ein avleiðing av hesum ráa, sigur hon.

 

Rúna Sivertsen arbeiðir í dag í barnaverndini í norðurøkinum. Eisini har heldur hon, at evnið er viðkomandi.

- Í tí starvinum er so sera týdningarmikið at vera eyðmjúk mótvegis familjunum, sum vit koma í samband við. Tað eru ofta familjur, sum hava aðrar trupulleikar at dragast við, og onkuntíð mugu vit taka stig, sum eru fyri barnsins besta, hóast familjan kanska er ósamd. Tá er týdningarmikið, at vit bera okkum rætt at, sigur hon.

 

Rúna Sivertsen sigur, at í Tign hoyra tey javnan søgur úr Føroyum, dømi um at fólk eru vorðin ov rá í teirra viðferð av búfólkum.

- Vit hoyra um fólk, sum eru beinleiðis tveitt í song. Tað vil siga, at starvsfólk hava tikið um føtur og bein og ripað tey í song. Ein afturvendandi klaga frá brúkarum er eisini, at starvsfólkini ikki svara, tá tey ringja. Tað kann vera eitt tekin um, at starvsfólkini eru vorðin ov rá, sigur hon.

 

400 fólk eru í Dansifrøi og lurta eftir Dorthe Birkmose, sum í gjár hevði fyrilestur fyri 100 námsfrøðingum.

- Pedagogfelagið hoyrdi, at hon kom og spurdi, um hon kundi halda ein fyrilestur fyri teirra limum. So eini 500 fólk hava hoyrt boðskapin – ein stórur partur av Føroya fólki – og tað eru vit væl nøgd við, sigur Rúna Sivertsen.