Tað gekk í ár eins og tað hevur gingið øll kappingarárini í bestu mansdeildini síðani 2018. KÍ vann allar tríggjar innanhýsis dystirnar móti EB/Streymi.
Í øðrum dystinum var tað tó sera nær við, at EB/Streymur við Djúpumýru norðuri í Klaksvík tryggjaði sær javnleik 2-2, men KÍ skoraði sigursmálið til 3-2 fimm minuttir inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat.
Samlaða úrtøkan var sostatt aftur í ár níggju stig til KÍ í teimum trimum innanhýsis dystunum.
Málúrtøkan fyri teir tríggjar innanhýsis dystirnar er 6-2 til KÍ.
KÍ-EB/Streymur 1-0 (1-0) 2. apríl
KÍ-EB/Streymur 3-2 (2-1) 27. august
EB/Streymur-KÍ 0-2 (0-1) 27. september
Kelda: FaroeSoccer