Eisini maskutilmæli á leið 300

Tað er í dag, at landamørk okkara úteftir so smátt fara at lata upp aftur, og ferðandi úr Danmark, Týsklandi, Íslandi, Grønlandi og Norra sleppa undan at fara í sóttarhald, tá tey koma til landið.

Umborð á flogførunum hjá Atlantic og á Vága floghavn skulu ferðandi kortini vera í góðkendari masku, óansæð hvaðani tey koma - ella fara.

Nú hevur Strandferðslan eisini tikið avgerð um, at ferðandi við leið 300 av flogvøllinum verða eisini tilmælt at ganga við masku, umframt at tey verða biðin um at minnast til at halda frástøðu og minnast til reinføri.

Strandferðslan roynir eisini at býta ferðandi upp, soleiðis at tey, ið koma frá teimum londum, ið myndugleikarnir meta vera lutfalsliga trygg, ikki sita saman við teimum, ið aðrastaðni frá í heiminum.

– Við oyggjaleiðum verður sóttarhaldsskipan avmarkað, soleiðis at ferðandi, ið koma úr øðrum londum enn Føroyum, Danmark, Grønlandi, Íslandi, Noregi og Týsklandi, sum myndugleikarnir alment hava kunngjørt, boða okkara manningum frá, so hesi fáa møguleika til at sita burtur frá ferðafólkum, ið ikki eru umfataði av nýggju leiðreglunum fyri ferðandi til Føroya, skrivar Strandferðslan.

– Tað verður - enn sum áður - heitt á ferðafólk um at halda 1 meturs frástøðu, hava gott reinføri umframt at ferðast við masku á leið 300 úr floghavnini og við øllum leiðum hjá SSL á víðariferð til ætlanarstøð í Føroyum.