Eisini Trygd veitir kreppuhjálp

Kreppuhjálp í sambandi við skottilburðin í Field's

 

– Okkara tankar fara til teirra sum hava mist, og øll tey, sum á ein ella annan hátt eru ávirkaði av ræðuligu hendingini í sum fór fram í Field´s í gjár, skrivar tryggingarfelagið Trygd á Facebook.

– Avleiðingarnar kunnu vera stórar og eisini drúgvar eftir ein tílíkan tilburð, og tí kann tørvur vera á kreppuhjálp. 

– Tey, sum hava Ferðatrygd hjá okkum, og vóru til staðar meðan skottilburðurin fór fram, hava rætt til kreppuhjálp á staðnum, og tá tey koma heim aftur til Føroyar. Hava tit spurningar, eru vit  sjálvandi klár at svara teimum á tel. 358100, skrivar Trygd.