Eisini Ungarn er risafavorittur at vinna á Føroyum

Fimm altjóða veddingarfyritøkur trúgva ikki uppá, at føroysku kvinnurnar kunnu vinna á Ungarn

Í annaðkvøld klokkan 18 skal føroyska kvinnulandsliðið spæla fjórða HM-undankappingardystin í undanbólki B. Dysturin verður spældur á Tórsvølli. 

 

Mótstøðuliðið hesaferð er Ungarn, ið eins og Føroyar einki stig hevur fingið í kappingini higartil.

 

Ungarn tapti stórt fyri Spania 0-7 á heimavølli. Okkara kvinnur taptu 0-10 fyri Spania á Tórsvølli. Ungarn hevur tapt 0-2 fyri Skotlandi á heimavølli og tapti fríggjadagin sera tepurt 1-2 móti Skotlandi á útivølli. Skotland fekk ikki sigursmálið fyrrenn 90 minuttir vóru farnir av dystinum. Føroysku kvinnurnar taptu 1-7 fyri Skotlandi á útivølli, og so hava føroysku kvinnurnar tapt 0-4 fyri Ukraina á útivølli.

 

Fimm altjóða veddingarfyritøkur eru ikki í iva um, at Ungarn vinnur á Føroyum. Hægstu oddsini uppá ungarskan sigur eru 1,09. 

 

Lægstu oddsini uppá føroyskan sigur eru 18. Oddsini uppá javnleik liggja millum 7,6 og 9.

 

Veddingarfyritøkur Føroyar-Ungarn  HeimasigurJavnleikur Útisigur
1xBet  23.009.001.09
bet-at-home  18.007.601.06
Betfair  23.009.501.06
Interwetten  20.008.751.07
youwin  19.008.251.05
Gjøgnumsnitsodds20.608.621.07