Felagið Salmones Blumar, sum er alifelag í Chili, hevur mist laks av eitrandi algum fyri stívligar 21 miljónir krónur í okkara peningi.
Talan er um 760.000 laksar, sum doyðu farna vikuskiftið, tá eitrandi algur raktu alibrúkið.
Men, sambært samtaksstjóranum í felagnum, Gerardo Balbotin, er laksurin tryggjaður, og tí fær hendingin ikki stórar fíggarligar avleiðingar fyri Salmones Blumar.
Eitrandi algurnar raktu eitt av alibrúkunum hjá felagnum í Aysen-regiónini har suðuri í Chili.
Sum skilst á iLaks, sum skrivar um hendingina, eru neyvu tølini fyri laksadeyðan ikki endaliga gjørd upp enn.
Í Chili hava tey av og á havt trupulleikar við eitrandi algum, og hesin trupulleiki er heldur ikki ókendur í øðrum londum sum ala laks.
- Á vári í 2016 vóru stórir algutrupulleikar, og tá misti chilenska alivinnan eisini fyri slakar 20 miljónir krónur í okkara peningi av eitrandi algum, skrivar iLaks.