Í løtuni er bara eitt ísfiskalínuskip til fiskiskap. Skipið er á Føroyabanka. Restin av ísfiskalínuflotanum liggur við bryggju.
- Av frystilínuskipunum eru tvey í Eysturgrønlandi, og eitt fiskar undir Føroyum, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.
Streymurin verður harður alla næstu viku, men veðrið verður gott.
- Vit vænta, at tað verður nakað av útróðri, men fiskiskapurin hjá útróðrarbátunum er smáligur, verður lagt aftrat.