Leygarkvøldið fingu føroysku miðlafólkini møguleika at uppliva Aquatic Center og Olympic Park. Atgongumerkini vóru finigð til vega við vón um at Pál Joensen hetta kvøldið skuldi svimja í 1.500m finaluni.
Tað gekk tíverri ikki, men tá vónbrotið hevði lagt seg eitt sindur, so var talan um eitt søguligt og spennandi OL kvøld, eisini fyri føroysku áskoðararnar, sum vóru til staðar.
Nógv hevur eisini verið tosað um trygdina og hvussu nógv trygdartiltøk eru sett í verk til leikirnar. Tað fekk Sosialurin eisini møguleika at uppliva, men tað var á ongan hátt ein negativ uppliving.
Lætt at koma fram
Bretar eru tiltiknir fyri at planleggja væl og stilla øll í kø. Tríggjar ferðir hevur Sosialurin ferðast út til OL býin frá miðbýnum og ongantíð hevur talan verið um nakað negativt upplivilsi. Undirgrundin í London er tiltikin fyri at verða torfør at finna runt í, men so er ikki tá ein eina ferð hevur sett seg inn í samanhangin.
Ert tú í iva, so kemur tað næstan ikki fyri, at ongin er at hjálpa tær – hvørtfall nú meðan OL er. Og er ongin, so tykjast fólk blíð og sinnaði at hjálpa tær.
Fyri at koma til OL býin, er neyðugt at koma til Liverpool Street statiónina og so til Stretford, sum liggur í hjartanum av OL býnum. Tað tekur ikki nógv meiri enn ein hálvan tíma at koma fram úr miðbýnum. Eisini West Ham statiónin varð nógv brúkt.
Hetta kvøldið eru áleið 80.000 fólk á Olympiska leikvøllinum, sum liggur yvirav Aquatic Center, sum tekur áleið 17.000 áskoðarar. Hóast tað mangan eru nógv fólk, ið skulu ferðast í senn, so koyra tok allatíð og sjáldan er veruliga trongt, tí fólk bíða bara eftir næsta tokinum, sum kemur fáar minuttir seinni.
Skjótt og lætt
Tað gekk skjótt at koma inn í OL býin, men tað velst sjálvandi nær á degnum ein kemur. Um tað mundið tá svimjingin byrjaði leygarkvøldið var Olympiski leikvøllurin longu fullur. Helst hevði tað tikið longri tíð at komi inn um tey 80.000 eisini ætlaðu sær inn um somu tíð.
Allan vegin ígjøgnum eru fólk, sum hava bjóðað seg fram til at hjálpa – ókeypis. Tað er løgið hvussu góðum lag tey koma til arbeiðis í, tí tey vóru við til at skapa ein stuttligan og positivan stemmning. Tað er nógv fólk, sum kundi lært nakað av blíða lindinum, sum hesi hjálparfólkini vístu. Og tey fingu ongar pengar fyri ómakin.
Eisini í »flogvallarskanningini« var lagið gott. Í staðin fyri gronut arbeiðsfólk, sum ein mangan kann møta á teimum stóru flogvøllinum, so vóru tað hermenn, sum av røttum skuldu heim til familjurnar, ið stóðu fyri trygdini. Allir sum ein smíltust teir og søgdu góða dag. Boðini um at taskur, jakkar og annað skuldi í kassar vóru givin á blíðan hátt. Heldur ikki stóðu teir hendir í favn, men vóru hjálpsamir.
Tað kom eisini látur frá teimum, tá ein maður úr Avstralia hevði eina uppblásta kangaroo við. Hon mátti so fitt trýstast gjøgnum skannarin, men har var ikki annað enn luft at finna í henni.
Tað gekk ikki meir enn ein hálvur tími frá tí tokið steðgaði uttanfyri OL býin, til leiðin gekk upp gjøgnum hvøðustrappurnar til Aquatic Center.
Ongin tekur Sun Yang
Tað er hart at síggja svimjararnar koma út til 1.500 m finaluna og ikki síggja Pál Joensen millum teir. Tað fer eisini sus gjøgnum alt Aquatic Center, tá Sun Yang brádliga tjóðstartar. Eina løtu er ógeitt um heimsmeistarin og maðurin, sum er stórfavorittur at vinna Ol gull, verður kolldømdur.
Tað gongur ein løta har ongin veit hvat dómurin er. Løtu seinni er aftur klárt og Sun Yang er ikki kolldømdur.
Sun Yang leggur seg tíðliga á odda og tað er ongantíð nakar ivi um at hann vinnur gull. Spurningurin er um hann setur nýtt heimsmet. Hann er næstan allan vegin frammanfyri heimsmetið. Men tað, sum hendir seinastu 100 metrarnar er óhoyrt. Hann setur ferðina upp og kemur á mál meiri enn trý sekund skjótari enn heimsmetið, sum hann sjálvur setti í Shanghai í 2011.
Øll fólkini í høllini stóðu uppi og heppaðu á kinesiska svimjaran, sum hevur bergtikið svimjiheimin. Sun Yang er ein heimsstjørna og skrivaði søgu á 1.500 metra teininum hetta vakra leygarkvøldið í London.
Michael Phelp
fyri seinastu ferð
Seinni um kvøldið var 4x100m blanda á skránni. Stóra søgan var at Michael Phelps, sum er tann íðkarin, ið hevur vunnið flest heiðursmerki samanlagt nakrantíð, svam fyri seinastu ferð. Hann er nógv virdur millum tey, ið fylgja við svimjing. Tað merktist eisini, tá hann kom inn í høllina.
USA var á øðrum plássi, tá hann sum tann triðji í røðini hoppaði í hylin til firvaldssvimjingina. Hann megnaði akkurát at knúgva mótstøðumanninum úr Japan, áðrenn seinasti menninir fóru avstað. Tað endaði við greiðum sigri til USA. Sostatt hevur Michael Phelps nú vunnið 22 OL heiðursmerki. 18 av teimum eru gull.
Hóast Michael Phelps bara er 27-ára gamal, so hevur hann valt at gevast sum svimjari nú.
Fralíkt OL
Olympisku leikirnir hava eydnast væl higartil og fleiri av ræðusøgunum eru gjørdar til skammar. Blíðsskapurin í London er uttan iva við til at seta sín dám á OL og tað er avgjørt nakað føroyingar kunnu læra av, fáa vit Oyggjaleikinar í 2019.
Var vegurin til OL býin lættur og skjótur, so gekk tað ikki minni væl at koma upp á pláss aftur í miðbýnum í London.
Olympisku leikirnir eru av á hesum sinni fyri okkara viðkomandi, men vit hava nú havt føroyska luttøku á teimum fylgjandi OL leikum – nú gleða vit okkum til OL í 2016, sum verður í Rio í Brasil.