Hetta seinasta árið er tað blivið eitt lítið sindur bíligari at liva í Føroyum.
Men talan er ikki um stóra príslækking, tí í dag eru prísirnir bara 0,4 prosent lægri, enn teir vóru fyri einum ári síðani.
Hagstovan sigur í eini nýggjari uppgerð, at prísirnir eru lækkaðir í fleiri nýtslubólkum.
Í bólkinum samskifti eru prísirnir farnir 2,7 prosent niður, og samstundis eru prísirnir á innbúgvi, húsbúnaði o.s.fr, lækkaðir 2,5 prosent.
Tað er eisini blivið 1,6% at útvega sær hús ella íbúð.
Eisini í bólkunum flutningur, frítíð og mentan, og ymiskar vørur og tænastur, eru prísirnir farnir niður seinasta árið.
Hinvegin hevur størsti prísvøksturin verið í nýtslubólkinum klædnavørur og fótbúnaður, sum eru vorðin 3,7 prosent dýrari.
Annars er prísurin á matvørum hækkaður 1,3 prosent.
Tað eru serliga prísirnir á frukt og grønmeti, sum eru hækkaðir, sigur Hagstovan.
Savnsmynd