Eitt sindur eksotiskt at vera giftur í Vietnam

- Vietnamnesiska kona mín vil gjarna hava børn, og tað vil eg eisini. Giftarmálið kennist ógvuliga væl og kanska eisini eitt sindur eksotiskt. Eg ivist onga løtu í, at vit kunnu geva hvørjum øðrum nakað, sigur Høgni Ki Jacobsen úr Havn, sum giftist í Vietnam í juni

Giftarmál

 

Hin 16. juni í ár giftust Høgni Ki Jacobsen, sum er føroyingur og Phan Thi Ngoc Hoa, í Vietnam.

Høgni er havnarmaður, sonur Jógvan Jacobsen, róptur Jógvan hjá KI og Winny Jacobsen, sum bæði eru úr Havn.

Brúdleypið varð hildið fyri innbodnum á einum av bestu hotellum í vietnamnesiska høvuðsstaðnum, Ho Chi Minh, New World Hotel.

Býurin Ho Chi Minh varð áður róptur Saigon, soleiðis sum føroyingar kenna navnið. Kona Høgna rópar eisini býin Saigon, og tí fara vit at brúka gamla navnið, tá býurin verður nevndur í hesi grein.

Sosialurin hevði vitjan av havnarmanninum ein dagin, tá hann herfyri var heima ímillum túrar.

Høgni, sum er útbúgvin elektrikari og maskinistur, hevur í stívliga 10 ár siglt við LNG-tangaskipum, sum hann rópar tey. LNG fæst við olju og gass, og hetta er eitt felag, sum er partur av A.P. Møller Mæersk.

 

Vinmaður í Vietnam

Áðrenn vit fara at gera burtur úr sjálvum brúdleypinum í Vietnam, spurdu vit havnarmannin, hvussu hann og vietnamnesiska kvinnan komu at kennast.

- Ígjøgnum mong ár havi eg havt ein vinmann, Ivan Egilsnes, sum er vestmenningur og siglir sum maskinmeistari við norskum trolara. Ivan giftist í Vietnam við vietnamnesiskari kvinnu fyri nøkrum árum síðan. Tey búgva í Saigon, har tey hava bygt sær hús.

Høgni sigur, at tá hann fyrstu ferð fór yvir til Vietnam at vitja vinmannin, var tað í fyrsta lagi landið hann forelskaði seg í – og ikki kvinnuni, sum nú er kona hansara.

- Kona mín og kona Ivan vóru vinkonur, men tað var ikki, fyrr enn eg var har yviri triðju ferð, at vit bæði hittust fyrstu ferð, leggur hann aftrat.

Hann sigur, at í januar í ár var eitt ár, síðan tey bæði hittust fyrstu ferð, og í desember síðsta ár var hon fyri fyrstu ferð í Føroyum og ferðaðist.

- Phan Thi Ngoc Hoa, sum er navnið á konu míni, vaks upp úti á landinum í einum minni býi sum eitur Da Nang. Her høvdu amerikumenn loftstøð undir vietnam-krígnum. Fyri 12 árum síðan flutti hon til Saigon, og tað var ivaleyst her, at hon og kona Ivan, sum er uppvaksin í Saigon, komu at kennast og gjørdust vinkonur.

 

Royndi at ”avseta”

Høgni sigur, at hann fyrstu ferð var í Vietnam og vitjaði Ivan í 2007. Tá steðgaði hann í 14 dagar. Einar tríggjar mánaðir eftir hesa fyrstu vitjanina, hevði hann longu hug at fara yviraftur. Hesaferð búði hann ikki hjá Ivani og konuni, men leigaði seg inn í eitt gistingarhús.

- Eg vildi ikki, at tey skuldu kenna seg so bundin av mær og eg av teimum, men vit sóust og vóru saman at kalla hvønn dag á ferðini. Sum sjómaður havi eg siglt víða um heimin, og tað eru nógv støð, sum mær hevur dámað ógvuliga væl. Eg forelskaði meg í Vietnam, og síðan kom hitt av sær sjálvum.

. Tað var ikki fyrr enn triðju ferð, hann var har yviri, at Høgni møtti henni, hann í juni í ár giftist við.

- Eg skal ikki dylja, at kona Ivan kanska royndi at fáa meg ”avsettan” í Vietnam, og eg trúgvi, at eg havi møtt flestu vinkonum hennara á mínum ferðum. Tær vóru ikki ”sakin”, men tá eg møtti Phan Thi Ngoc Hoa, fall eg fyri henni.

Hann dylir heldur ikki, at vietnamnesiskar kvinnur hava einki ímóti at giftast við útlendingum.

- Eg havi skilt, at tað ikki hendir so sjáldan í Vietnam, at menn skifta kvinnurnar út við yngri kvinnur, tá árini ganga, og tær eldast. Tá vilja teir líkasum hava eitt yngri ”modell”, sum Høgni tekur til.

Hann vísir á, at tað ikki er so sjáldan, at ein vietnamnesisk kvinna av monnum verður mett sum hon, ið gevur tær børnini og er heima við hús.

- Í nógvum førum er kvinnan heima, ansar børnum og ger mat, meðan maðurin situr á barr og drekkur øl. Tað eru bara ikki øll konufólk sum vilja, at tað skal vera so. Og tó. Eg skal avgjørt ikki siga, at allir útlendingar eru betri enn vietnamnesisku menninir, men tað halda kvinnurnar kanska, sigur hann.

 

Heima í Føroyum

Høgni sigur, at Ivan og kona hansara okkurt skifti hava búð í Føroyum, tá vinmaðurin eisini hevur hús á Argjum.

- Kona hansara rekur matstovu í Saigon, og í Føroyum arbeiddi hon eisini á matstovu. Men eg haldi ikki, at hon treivst so væl í Føroyum.

Hann sigur, at Phan Thi Ngoc Hoa var heima í Føroyum og vitjaði um ársskiftið.

- Vit komu heim tíðliga í desember og vóru í Føroyum til 25. februar – ella tað mesta av trimum mánaðum. Tá sá kona mín fyrstu ferð kava. Hon dugir væl enskt, bæði í talu og skrift, og vil fegin læra føroyska málið. Eg haldi eisini, at hon fegin vil sleppa aftur til Føroya.

Høgni sigur, at tað tók stívliga eitt hálvt ár hjá teimum at fáa henni turistvisa heim til Føroya, og einki bendir á, at hetta verður lættari, tó at tey nú eru maður og kona.

- Vit ætla okkum eisini at giftast formelt heima í Føroyum. Tað verður ikki í kirkju ella samkomuhúsi, men helst bara formelt hjá borgarstjóra. Tað verður sagt at vera skilagott at giftast í báðum londunum, haðani hjúnini í hesum førinum eru. Ivan og konan er eisini bæði gift í Vietnam og Føroyum.

Høgni sigur, at tey hava hugt at húsum í Saigon, men prísirnir inni í býnum eru rættiliga høgir, og haraftrat er neyðugt at rinda eini hús kontakt. Hinvegin eru prísirnir lágir úti um landið.

- Vit hugsa um at fáa okkum egið tak yvir høvdið, antin við at keypa hús, íbúð ella byggiøki.

Hann vísir á, at eitt franskt tryggingarfelag nýliga hevur bygt íbúðir í Saigon og fyri eina íbúð, sum 160 fermetrar stór og liggur á 22. hædd, er prísurin 3 miljónir krónur.

- Ein vinkona hjá konu míni hevur spurt um somu íbúð, og hon kann fáa hana fyri 1,6 miljónir krónur, tí hon ikki er útlendingur, leggur Høgni aftrat.

 

Øðrvísi brúdleyp

Føroyingurin, sum nú er giftur í Vietnam, sigur, at eini 200 fólk vóru í brúdleypi hjá teimum.

- Foreldur míni vóru ikki við, men Ivan og konan vóru, eins og systir mín Unn, maður hennara, Michael og børnini hjá teimum. Restin av gestunum vóru familja, vinir og kenningar hjá konu míni.

Høgni sigur, at tey fingu at vita, at New World Hotel er eitt tað besta hotellið í Saigon til slík hátíðarhald.

- Vit skuldu einki gera. Alt varð fyriskipað av hotellinum. Nakrar dagar undan sjálvum brúdleypinum vóru vit á hotellinum og tosaðu við tey um, hvør maturin skuldi vera, og hvussu alt fór at ganga fyri seg. Hetta var alt ein liðugur ”pakki”, um man so kann siga – og enntá við undirhaldi.

Høgni sigur, at hann var ikki sørt nervøsur um, hvussu alt fór at rigga, og tað var tá komandi kona hansara eisini, tí hon visti heldur ikki ítøkiliga, hvussu alt fór at ganga fyri seg. Vit vórðu ”geitaði” allan vegin ígjøgnum, og eg haldi, at alt eydnaðist rættiliga væl.

Hann vísir á, at eitt slíkt brúdleyp als ikki kann samanberast við eitt føroyskt brúdleyp, tí her vóru hvørki talur, dansur ella nakað slíkt.

- Vit bæði ótu ikki undir borðhaldinum, men skuldu ganga runt millum gestirnar og ”skála” við hvørjum einstøkum gesti. Vietnamnesarar drekka hvørki vín ella snaps, men bara øl til slík hátíðarhald.

Høgni sigur, at tey ikki neyturviliga skuldu drekka, hvørja ferð tey skálaðu, men bara ”skála”.

- Konan var eisini við mær kring borðini, men tað var bara eg, sum skuldi skála, leggur hann aftrat.

 

Sindur eksotiskt

Áðrenn vit enda hesa greinina, kunnu vit upplýsa, at Høgni er 46 ára gamalur og konan, Phan Thi Ngoc Hoa, er 35 ár. Hvørgin teirra hevur verið í hjúnarlagi áður, og tey eiga heldur eingi børn.

- Hon vil gjarna hava børn, og tað vil eg eisini. Giftarmálið kennist ógvuliga væl og kanska eisini eitt sindur eksotiskt. Eg ivist onga løtu í, at kona mín kann geva mær nógv, og eg vóni eisini, at eg havi nakað at geva henni, sigur Høgni Ki Jacobsen.