##med2##
- ein var eitt sindur eymur av at sita so leingi. Orðini eigur Ólavur Weihe Joensen hjá felagnum, Hamar sum er ein av føroysku kurvabóltsleikarunum á oyggjaleikunum.
- Vit eru so nær við Afrika, so ein hevði væntað, at tað fór at verða heitari, sigur Ólavur Weihe Joensen um setanina, ið ikki kann sigast at verða tann besta setanin í oyggjaleikasøguni.
Ítróttarfólkini vóru noydd at sita rættiliga leingi og lýða á heldur drúgvar røður og onkra alternativa framførslu.
FM1 hevur tí valt at siga beinleiðis frá kurvabóltsdystinum millum Føroyar og Jersey í morgin klokkan 9.15. Frásøgumaður verður Sjúrður H. Hoydal.
Øll kunnu hoyra dystarfrásøgnina á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.
Fyrrverandi landsliðsspælarin, Janus Jakobsen verður viðmerkjari til dystarfrásøgnina hjá Sjúrði H. Hoydal.