Tá vit tosa um eitt virðiligt lív er talan um eitt minstamát av rættindum, ið øll hava rætt til. Eitt nú rættin til ein hóskandi bústað, mat, útbúgving og heilsurøkt. Men tað snýr seg eisini um, hvørji virðir vit byggja okkara samfelag á. Meginreglan skal vera, at hvørt einstakt menniskja er eitt virði í sjálvum sær, og at samfelagið skal rúma og taka sær væl av øllum.
Enn eru vit ikki komin á mál í Føroyum – hvørki í mun til at tryggja borgarum eitt minstamát av rættindum ella at skapa eitt samfelag har rúm er fyri øllum. Stakir uppihaldarar eru t.d. ein bólkur í okkara samfelagi, ið hevur tað tungt fíggjarliga. Fólk, ið bera brek, verða dagliga sett uttanfyri, orsakað av vánaligum atkomumøguleikum til eitt nú skúlar, læknahølir, kommunuskrivstovur, bussar og ferjur. Føroyar er somuleiðis einasta norðurland, ið ikki loyvir samkyndum pørum at giftast ella at ganga saman í skrásett parlag.
Nýggja lýsingin, ið Hagstovan hevur gjørt fyri Løgtingið, vísir at 3.900 føroyingar eru í fátækraváða. Lýsingin vísur, at pensjónistar eru í størsta fátækraváða. Men tað eru ikki bara pensjónistar, stakir uppihaldarar og láglønt fólk, ið hava ilt við at fáa endarnar at røkka saman. Vanliga barnafamiljan, við rímiliga góðari inntøku, hevur tað eisini trupult fíggjarliga.
Høga kostnaðarstøðið í Føroyum er ein høvuðsorsøk til, at tað er trupult hjá fólki at fáa endarnar at røkka saman. Neyðugt er tí at kanna, hvat kann gerast fyri at fáa livikostnaðin niður. Nærum allar vørur verða innfluttar úr Danmark, ið umframt Føroyar er dýrasta land í Evropa at liva í. Hetta eigur at siga okkum somikið, at vit eiga at kanna møguleikarnar fyri atgongd til aðrar marknaðir. Bústaðarmarknaðurin er somuleiðis alt ov eintáttaður og príslegan sera høg í stóru plássunum. Við broytingunum í Húsalánsgrunninum eru vit komin eitt stig nærri tí fjølbroytta bústaðarmarknaðinum, ið stórur tørvur er á.
Skulu vit fáa fólk at støðast her - og fáa útlagnar føroyingar heimaftur - er alneyðugt, at vit gera eina breiða langtíðarsemju tvørturum floksmørk við greiðum felagsmálum um, hvat skal til fyri at venda gongdini.
Ein ætlan fyri trivnað og fólkavøkstur eigur at fevna um sosial-, familju- og bústaðarpolitikk, men má ikki einans avmarka seg til hesi øki. Tað eru nógv onnur viðurskifti, ið eru avgerandi fyri møguleikan at skapa sær eitt virðiligt lív. Eitt nú verandi háttur at fáa inntøkur til landskassan, har ið næstan bara inntøkuskattur og meirvirðisgjald vera brúkt at gjalda almennu útreiðslurnar við. Henda skattaskipan rakar fyrst og fremst vanligar løntakarar á landi sera hart. Inntøkuskatturin átti tí at lækka munandi, meðan inntøkugrundarlagið bleiv breiðkað.
Týdningarmiklast av øllum er, at farið verður til verka við greiðum felagsmálum fyri, hvussu Føroyar gerast eitt gott stað fyri øll. Bæði fyri teimum, ið longu búgva her og teimum, ið ynskja at seta búgv her í framtíðini.
Les meira um mínar hugsanir og hjartamál á HYPERLINK "http://www.tjodveldi.fo/margretha" www.tjodveldi.fo/margretha ella á Facebook.