Um jóltíðir handaði íslendska plátufelagið Sena Eivør gullfløgu, tí fløgan Mannabarn hevur selt meiri enn 5000 eintøk í Íslandi 21. desember í fjør boðaði íslendska plátufelagið Sena frá, at teir fóru at handa Eivør Pálsdóttir gullfløgu. Hetta tí, at fløgan hevur selt meiri enn 5000 eintøk í Íslandi. Faktiskt eru einki minni 7300 eintøk av Mannabarn seld í Íslandi.
Aðrir tónleikarar ið hava vunnið gull í íslandi í ár eru: Mugison, Hjálmar, Pall Óskar, Sprengjuhöllin, Guðrún og Friðrik, Laddi.