Nýggja fløgan hjá Eivør kemur út týsdagin, og í tí sambandi fara Eivør og Bill Bourne at hava konsertir týskvøldið og Mikukvøldið. Bill Bourne fer eisini at hava konsert hóskvøldið í Mentanarhúsinum í Fuglafirði
Týsdagin 23. nov kemur nýggja fløgan hjá Eivør Pállsdóttir út.
Í hesum sambandi fer Eivør at hava konsert í Müllers Pakkhúsi týskvøldið kl. 19.30. Men av tí, at hendan konsertin longu er útseld, verður ein eykakonsert í Pakkhúsinum, mikukvøldið kl 19.30.
Billettir til mikukvøldskonsertina fáast í Kunningarstovunum í Runavík og í Havn.
Fyrireikararnir siga, at nógv er gjørt burturúr at gera Müllers pakkhús hugnaligt og spennandi at koma inn í. Millum annað er pallurin prýddur við meiri enn 100 guitarum. Nógv er eisini gjørt fyri at skapa góðan stemning við ljósi og ikki minst við góðum ljóði.
Eivør Pálsdóttir og Bill Bourne komu til landið mánadagin, og saman fara tey nú at fyrireika seg til útgávukonsertirnar.
Eivør fer longu avstað aftur hósdagin, tí hon er á palli í Reykjavík hvørt fríggjakvøld og leygarkvøld í Hafnarfjarðarleikhúsinum, har leikurin, ið byggir á gomlu Úlfhamssagaina framvegis verður framførdur. Eivør hevur gjørt tónleikin til leikin, og virkar sum frásøgufólk, har hon syngjandi sigur frá søgugongdini.
Bill Bourne, ið tey flestu munnu kenna frá G!Festivalinum og »Mær leingist«, steðgar ein dag longur, og fer at hava konsert í Mentanarhúsinum í Fuglafirði hóskvøldið.
? eys ?