Eivør og Ginman á danskan festival

Eivør og Ginman eru boðsend til festival í Odense

Blús-, fólka- og jassfestivalurin í Odense Jam Days kunnger, at Ginman/Eivør After Dark er millum nøvnini á skránni í ár.??
Útgávan hjá Ginman/Eivør After Dark er ávegis. Hon varð innspæld í Studio Bloch í fjør. At døma eftir frálíku konsertini Eivør & Ginman After Dark í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, so verður her talan um eina sera spennandi útgávu, og ikki minst um eina sera spennandi framførslu á Jam Days.?
Jam Days er ein rættiliga nýggjur festivalur í Odense, men hevur røtur í trimum eldri festivalum. Í 2012 fóru Odense Internationale Bluesdage, Odense Folk Festival og og Odense Sommer Jazz í eitt samstarva at savna hesar tríggjar tónleikagreinas undir somu viftu.
Festivalurin verður hildin í 7 dagar um mánaðarskiftið juni/juli. spælt verður innandura á spælistøðum og uttandura á pallum. Bæði donsk og útlendsk nøvn spæla.
Ginman/Eivør spæla leygarkvøldið 28. juli á Amfiscenen.