Framførslan hjá Eivør og Sebastian á Tønder Festivalinum fekk øgiliga jaligt ummæli í Jyllandsposten, nú ber til hjá teimum, ið ikki vóru í Tønder hetta vikuskiftið at uppliva eitt brot av konsertini, eins og tey, ið vilja enduruppliva løtuna sleppa tað. Á heimasíðuni hjá festivalinum liggur filmklipp av framførsluni.
Á tf.dk/pages/video.php liggur filmrapport av ársins festivali, í filmklippinum Eivør og Sebastian, greiður Eivør frá, hví tað er ein serlig uppliving at spæla í Tønder.
- Eg elski at syngja í Tønder, tí at áskoðararnir eru so deiligir, teir geva so nógv aftur til tey, ið standa á pallinum, man fær so nógva orku, greiðir Eivør frá í stuttari samrøðu í filmklippinum. Filmklippið er rættiliga langt, fyrst kann man uppliva Eivør við bólki syngja Just a Friend of Mine, her er talan um eina Eivør í hopla, og framførslan er sera livandi. Tað hoyrist væl, hvussu væl fólkið syngur við. Síðan er lítla prátið við Eivør, áðrenn eitt lag av framførsluni hjá Sebastian og Eivør kemur. Hetta er ein ómetaliga vøkur framførsla, sum vit nú kunnu uppliva á alnetinum.