Eivør Pálsdóttir er ein av stjørnunum á føroyska tónleikahválvinum. Og hon er ein av teim bjørtu og kasnka tann, ið sæst best á altjóða hválvinum.
Hon hevur roynt sínar veingir nú í nøkur ár. Sum flytifuglur tók hon dik á seg og fór til Íslands og har hava tey síðani borið hana á lógvum.
Tað nýggjasat er, at Eivør er við í íslendskum dokumentarfilmi, har stjørnur verða lýstar, og Eivør har saman við bjørk og øðrum.
Síðani hesin sangfuglur fór av føroysku rókini fyri at royna sítt flog, hevur gingist væl úti í heimi.Seinasta dømi er fløgan og samstarvið DR Big Band.
Prix
Og Eivør er ein teirra, ið hevur nýtt Prix Føroyar til lopfjøl. Hon vann Prix Føroyar saman við Clickhaze og tað hevur gingist væl, eisini nú hon hevur roynt seg á egnum beinum seinnu árini.
Leiðin hevur longu gingið víða og føroyingar fingu seinast at smakka av samstarvinum við canadiumannin Bill Bourne. Fløguna hjá Bill og Eivør tóku føroyinga til sín.
Eivør er sangfuglur, ið spennir víða, og at hon er við, tá tað besta í føroyskum tónleiki skal á pall, er óivað ein sjálvfylgja hjá teimum flestu.