Eivør framførir við Ginman

Eivør og danin, Ginman, eru henda mánaðin á konsertferð í Danmark

Í hesum mánaðinum er Eivør á konsertferð í Danmark saman við danska framleiðaranum Lennart Ginman.

 

Samstarvið millum Eivør og Ginman byrjaði tíðliga í fjør, og seinni í hesum mánaðinum fara tey at hava konsertir ymsastaðni í Danmark.

 

Á konsertunum fara tey fyrst og fremst at spæla tónleik, sum Ginman hevur skrivað, men eisini verða onkur løg hjá Eivør framførd. Harafturat spæla tey onkrar av teimum klassisku jazz løgunum, sum fleiri munnu kenna.

 

Sjálvi siga tey um tónleikin, at hann er ein samanseting av jazz, poppi og elektroniskum tónum. Afturat sær at framføra til konsertirnar hava tey fingið trummuleikaran Mads Emil Nielsen, guitarspælaran Oliver Hoiness, og á klaver Simon Walsøe.

 

Fyri at síggja nær og hvar framførslurnar eru, ber til at trýsta her