Eivør í uppskoti til stóra virðisløn

Trettan einstaklingar og bólkar úr øllum Norðurlondum eru í uppskoti til virðislønina

Eivør Pálsdóttir er í uppskoti til at fáa tónleikavirðislønina hjá Norðurlandaráðnum. Tilsamans eru trettan einstaklingar og bólkar úr øllum Norðurlondum í uppskoti til at fáa virðislønina. Talan er um tónleikarar, sum hava skapt serstøk tónlistarlig upplivilsi á høgum, listarligum stigi, og tey, sum eru í uppskoti, eru bæði sangarar, fólkatónleikarar, trompetspælarar, ein pianistur og ein tónleikari, sum spælir fleiri ljóføri og eitt Dj-kollektiv.

 

Og, tey, sum eru í uppskoti syngja opera, spæla klassiskan tónleik, fólkatónleik og poptónleik. Talan er um altjóða stjørnur, sum hava sett Norðurlond á tónlistarliga heimskortið.

 

Tey, sum eru í uppskoti, eru úr Danmark, Finnlandi, Føroyum, Grønlandi, Íslandi, Noregi, Svøríki og úr Álandi. Tað verður tann 2. november, at tað verður avdúkað, hvør fær virðislønina og tað verður á hátíðarhaldi í Keypmannahavn.