Fólk tysur niðan á heyg at uppliva løtuna, og vituliga hevur Tórbjørn landsstyrismaður fingið heiðurin at tendra, tí hann hevur verið í vási fyrr og er vanur við rakettir. Og hann er grúviliga spentur um hesa kongligu verkætlan. Satt at siga hevur hann ongantíð tendrað so stórt fyrr, men hetta er ein mergjað ætlan, so eyguni eru sum í smádreingi, tá hann brestir fyrsta svávulpinnin. Mannamúgvan ræðist og fer eftir hæli, men svávulpinnurin skuldi bara brúkast til ballið, sum var sløknað. Fólk ilskast og heldur hann vera lítið tignarligan, soleiðis at hugsa um guvin eina sovorðna løtu, men tað skulu tey ikki hava at siga. Hann spennir reimina um kelkin, skjýtur kollin niðurá og brestir aðru ferð. Við tryggari hond førir hann pinnin leiðina fram og tendrar.
Fssshhh, fýsir fjúsið - og so kemur tann spennandi tøgnin, áðrenn tað brestir. Hjá summum er løtan komin at siga sínum kæra farvæl, nú hann skal sína himmalferð, men onnur gera skjótari av. - Takk og farvæl, siga tey - og kom aldri aftur.
Og nú verður tað. - Kjokk, kjokk, sigur Kongaminnið. - Kjokk, kjokk, sigur tað. Og so ... og so hendir ikki meira. Tað kvøttir ikki úr kongsins steini. Ætlar sær vist ongan veg í dag. Tórbjørn rísnar og hugsar um hina rakettina á nyggjárinum, og sinnið spinnur í hann. Sovorðið skittans skrambul, hugsar hann og gevur rakettini sín strandafót í rassin, so bæði minnið og mannamúgva hvøkka við. Og nú ber til. Rakettin skelvur eina løtu, og við sínum tignarliga veldi lyftir hon sær spakuliga uppfrá. Tað brakar í hvørjum skoti, kylir í hvørjum koti, og so froysir Kongaminnið í einum flottum boga til himmals.
Soleiðis gjørdist endin á hesum steini, sum kortini sjáldan gjørdi annað enn at gána einkisigandi upp í tóman heim. Men Harrin veri við honum, og eingin stuttleiki við ongum álvara. Tí á tí niðurløgdu rakettstøðini verður skjótt ein nýggjur varði gjørdur. Ikki yvir kongar, sjálvandi, tí tað hevði verið býtt. Og ikki yvir mentagubbar heldur. Nei, har verður reistur ein fólksins varði. Ein varði yvir øll, sum liva, hava livað og fara at liva í okkara samfelag. Høgan sum lágan, ríkan sum vesalan. Ein varði, sum minnir okkum á, at vit øll eru partar av somu heild. At vit eru grund undir samfelagnum, og samfelagið undir okkum. At vit eru óloysiliga bundin at okkara medmenniskjum.
Og eina ferð um árið, ella kanska tá ið høvið býðst, kann hugurin leita til Fólkavarðan á heygnum, og so kann hvør einstakur spyrja sjálvan seg, hvussu sín lutur roynist. Tað hevði verið ein virðiligur varði, og lat so Kongaminnið súsa sína leið.