Fyritøkan Elcon í Saltangará hevur keypt fyritøkuna Elektrikarin, sum eisini hevur sítt sætið í Saltangará. Tað er Karstin Joensen, sum eigur og rekur Elcon, og tað vóru Ingemar Højgaard og John Mikkelsen, sum áttu og róku Elektrikaran.
Í Elcon starvast í løtuni 15 fólk, og hjá Elektrikaranum eru tey 12. Í báðum fyritøkunum, sum nú verða samanlagdar, eru elektrikarar, el-instalatørar, maskinmeistarar og el-lærlingar.
Avtalan millum partarnar merkir, at Ingemar Højgaard og John Mikkelsen halda fram í samanløgdu fyritøkuni við somu uppgávum sum frammanundan. Karstin Joensen, stjóri í Elcon, sigur seg ynskja og vóna, at øll 12 starvsfólkini, sum hava verið partur av Elektrikaranum, halda fram í fyritøkuni.
Elcon hevur eisini keypt bygningin í Saltangará, har Elektrikarin húsast, og tað verður haðani, at virksemið fer at verða rikið í framtíðini. Elcon fer nevniliga at selja bygningin í Saltangará, har felagið húsast í dag. Soleiðis verður nýggja høvuðssætið hjá fyritøkuni um ein góðan mánaða ella so flutt í bygningin, sum felagið nú hevur keypt.
Meðan Elcon serliga hevur veitingar og tænastur á landi, hevur ein stórur partur av virkseminum hjá Elektrikaranum verið umborð á skipum, bátum og virkjum.
- Øll henda tænasta fer at halda fram sum higartil, og nú felagið við samanleggingini verður millum størstu veitarar av sínum slag í Føroyum, verður málið sum heildarveitari innan øll øki rokkið til fulnar, sigur Karstin Joensen.
Tað er stívliga eitt ár síðan, at Elcon læt deild upp í Fuglafirði, og henda deildin er eisini ein partur av vøkstrinum hjá felagnum og fer at halda fram. Elcon hevur havt stór arbeiðir í Fuglafirði, har skúlin er eitt, nýggja ítróttarhúsið eitt annað og eldrasambýlið Vesturstova eitt triðja.
- Vit eru fegin um, at vit við keypinum av Elektrikaranum nú kunnu røkka øll øki og veita eina enn betri tænastu, sigur stjórin í Elcon, Karstin Joensen.
Ein av seruppgávunum hjá Elcon er, at fyritøkan eigur framkomna útgerð til at leita eftir kaðlum, skráseta kaðlar og finna brek á kaðlum, og hesir møguleikar verða enn betur í næstum. Fyritøkan ger ymiskar leitiuppgávur fyri bæði størri og smærri kundar.