Gentan, sum varð særd, tá foreldur og omma hennara vórðu myrd í Fraklandi fyri einari viku síðani, er nú á veg heim til Bretlands.
Gentan, sum er sjey ára gomul, var rakt av tveimum skotum í høvdið og í aðra økslina. Hon hevur verið á einum fronskum sjúkrahúsi síðani hendingina, og mitt í vikuni fekk hon vitið aftur.
Yngra systir hennnara, sum er fýra ár, varð funnin undir líkunum av foreldrunum. Hon slapp óskalað frá hendingini.
Myndugleikarnir í Fraklandi og Bretlandi kanna framvegis málið. Franska løgreglan hevur sagt, at eftir øllum at døma er loysnin til gátuna at finna í Bretlandi.