Eldur í húsum á Raktanga

Tað gekk rímiliga væl hjá Skálafjarðar Sløkkiliði at fáa tamarhald á eldinum, sum var í gamla krúthúsinum á Raktanga, sunnan fyri Stranda bygd, í gjárkvøldið

Sum skilst, er hetta ikki nøkur krútgoymsla longur, men heldur nakað, sum lík­ist ein­um summ­ar­hús­um. Tala­n er um tveir eigarar, har ann­ar eig­ar­in hev­ur køk og onkur rúm í einum parti, meðan hin brúkar sín part til goymslu av eitt nú reið­skapi.

Sunleiv Højgaard, sløkki­liðs­leið­ari hjá Skálafjarðar Sløkk­iliði, sig­ur, at teir fing­u boð um eldin beint fyri klokkan 22.

– Vit fingu skjótt at vita, at fólk neyvan var í hús­i­num, men at einar tvær gass­fløs­k­ur vóru har, sum vit máttu ansa eftir.

Hann sigur, at tað serliga vóru sløkk­i­liðs­menn av Strond­um og Skála, sum vórðu til­kall­að­ir, men við tað, at vatn ikki er á Rak­tanga, varð eisini bilur við vatni send­ur av­stað úr Run­a­vík.

Umframt sløkkiliðsmenn og bil­ar, var løgregla eisini á stað­num.

– Tað eru vit, sum standa fyri at sløkkja eldin, meðan løg­reglan tekur sær av spurn­ing­i­num um, hví eldur er í­komin.
Sunleiv vísir á, at tað fyrsta, teir gjørdu, tá teir komu á staðið, var at tryggja sær, at eingin var í húsinum og at fáa gassfløskurnar út.

– Eina løtu var eitt sindur av órógvi um, hvørt nakar kort­ini kundi vera inni, tí onkur av børnunum hjá eig­ar­anum fekk ikki pápan at svara telefonini.
Skjótt varð tó funnið út av, at heldur ikki hann var stadd­ur í húsunum.

Skúr­urin hevur flag­tekju, og tað vísti seg, at eld­ur ser­liga var millum flagtekjuna og loftir undir.
– Her var eitt sindur trup­ult at sleppa til, og vit noydd­ust at bróta nakað nið­ur fyri at sleppa fram at, sig­ur Sunleiv Højgaard, sløkkiliðsleiðari.