Beint áðrenn døgverða í gjár ringdi fólk til løgregluna at boða frá, at roykur kom úr einum bili á Tvøroyri, men eingin førari var í bilinum. Søkkiliðið varð boðsent, men áðrenn tað kom so langt, varð boðað frá, at eldurin var sløktur. Ein sløkkiliðsmaður, sum av tilvild var beint við, hevði sløkt.
Tað vísti seg, at eldur hevði verið í toppstykkinum. Bilførarin, sum kom á staðið stutt eftir, greiddi frá, at beint sum hann kom koyrandi, fekk hann knappliga ikki dreyga og tað luktaði brent. Hann fór tí úr bilinum at leita sær hjálp, men ímeðan hann var burtur, varð eldurin so sløktur. Bilurin varð so fluttur til viks, so hann ikki stóð til ampa.