Eldur kom í eina bingju umborð á farmaskipi

Manningin gjørdi skjótt av og syrgdi fyri at køla av við vatni

Um 18:30 tíðina í gjárkvøldið kom eldur í eina bingju umborð á stóra farmaskipinum, Brúarfossi.

 

Sløkkiliðið var tilkallað, men eldurin varð sløktur umborð, áðrenn sløkkiliðið kom á kaiina løtu seinni.

 

– Manningin gjørdi eitt sera gott arbeiði. Teir høvdu skorið nøkur smá hol í bingjuna, so teir fingu sjógv inn í bingjun fyri at drukna eldin, sigur Hans David Hansen frá Brandstøðini.

 

– So alt sá gott út, tá vit komu umborð. Har var eingin eldur, og ongin roykur. Vantið rann enn úr bingjuni, so har var sum so einki hjá okkum at gera, sigur hann og vísir á, at har var nakað av dampi.

 

Nú er bara eftir at finna útav, hvør orsøkin til eldin var. Tað verður allarhelst gjørt í Reykjavík, har bingjan verður tikin í land, tá tey koma har til.

 

– Í bingjuni vóru ymisk ting. Men vit vita enn ikki heilt, hví eldur kom í.