Elektrikarar til MEST innan vindmylluøkið

 

Vegna økt virksemi innan vindmylluøkið og okkara tænastum til vinnuna annars verður søkt eftir tveimum elektrikarum til MEST.

 

Talan er um størv har tú lutvíst verður partur av einum toymi innan vindmylluøkið og lutvíst arbeiðir við eluppgávum innan vinnuna annars.

 

ARBEIÐSØKI

 

Vit sóknast eftir tveimum royndum elektrikarum, sum er áhugaður í at ogna sær eyka førleikar innan vindmylluøkið. Tessvegna bjóða vit umfatandi grundskeið á nakrar vikur í heyst í Svøríki og annars uppfylgjandi skeið eftir tørvi.

 

Sum elektrikari  kemur tú í starvinum lutvíst at arbeiða við viðlíkahaldi av vindmyllum og lutvíst umborð á skipum, sum eru til umvælingar á skipasmiðjuni og annars í fyritøkum, sum MEST veitir tænastur.  

 

Starvsstaðurin er MEST í Havn, men skalt tú vera opin fyri at kunna átaka sær uppgávur aðrastaðni kring landið.  

 

TÍN VANGAMYND

 

Tú hevur elektrikaraútbúgving. Tað er ein fyrimunur, men ikki eitt krav, at tú hevur kunnleika til skip, skipsútbúnað, bygningar og vinnutól. Tú arbeiðir sjálvstøðugt, ert jalig/ur og dugir at samstarva. Ert tilvitaður um HTU-reglur í.s.v arbeiði, tú heldur tíðarfreistir og arbeiðir við nærlagni.  Tað er ein fyrimunur, at tú dugir væl føroyskt og enskt, og hevur KT førleikar á brúkarastøði.

 

Starvið, løn og setanartreytir

 

Talan er um eitt fjølbroytt og áhugavert starv við stórum fakligum og persónligum avbjóðingum í einum mennandi umhvørvi. Løn og setanartreytir eru í samráð við leiðsluna. Starvið verður sett skjótast gjørligt.


Meira at vita

 

Ynskir tú fleiri upplýsingar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við rakstrarleiðaran, Dánjal Jákup Berg í Soylu, tlf. 791231

 

Umsókn

 

Umsókn við prógvum, CV og møguligum ummælum, skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 2 august 2021. Tú søkir starvið her.

 

 

 

Samtakið MEST er samansett av trimum virkisøkjum, nevnliga Skipasmiðjum,  Verkstaði til framleiðsluvinnuna og Offshore tænastum. Virksemið umfatar í høvuðsheitum at smíða, umbyggja og umvæla skip – og at framleiða útgerð úr rustfríum stáli til vinnuna á sjógvi og á landi. Okkara starvsfólk eru serkøn innan stál, el, mekanikk, hydraulikk, timbur, og máling. Eisini selja vit eykalutir og veita tænastur við sleiparum og kranum. Umleið 500 starvsfólk starvast í samtakinum.