Elias og Óli møta rumenskum liði í EHF European League

Síðst í august og fyrst í september skal Sävehof spæla tveir undankappingardystir móti AHC Potaissa Turda

Tað verður serliga spennandi at fylgja svensku steypavinnarunum og grundspælsvinnarunum, Sävehof komandi kappingarár. 

 

Bæði Elias Ellefsen á Skipagøtu og Óli Mittún vera partur av hópinum hjá Sävehof.

 

Sävehof fer at royna at vinna seg í bólkaspælið í EHF European League, har teir kappaðust farna kappingarár. Sävehof tapti fyri Kadetten Schaffhausen úr Sveis í áttandapartsfinalunum uppá mál á útivølli. 

 

Fyrstu undankappingardystirnir vera móti rumenska liðnum, AHC Potaissa Turda. 

 

Sävehof spælir heimadystin 27. ella 28. august, og útidystin 3. ella 4. september.