Elias og Sävehof eru nú ein sigur frá meistaraheitinum

Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í Sävehof vunnu greitt á útivølli í aðru meistaraskaps-finaluni

Lúðurin hevur ýlt fyri, at onnur meistaraskapsfinalan millum heimaliðið, Skøvde og føroyingaliðið, Sävehof er liðug. Og allar Ítróttar-Føroyar kunnu fegnast saman við Elias Ellefsen á Skipagøtu og øllum Sävehof-fjepparum. 

 

Sävehof vann greitt 32-22, og er nú á odda 2-0 í vunnum sigrum í meistaraskapsfinalunum. Fyrr í vikuni vann Sävehof ein dramatiskan 38-37 sigur aftaná tvær ferðir longda leiktíð.

 

Spælt verður best av fimm finalum.

 

Hetta merkir, at um Sävehof vinnur triðju meistaraskapsfinaluna á heimavølli í Partille, ið byrjar komandi týskvøld klokkan 19.10, so eru Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir svenskir meistarar í manshondbólti. 

 

Sävehof var á odda 17-10 í steðginum, og tá bleiv sigurin grundlagdur.

 

Elias Ellefsen á Skipagøtu skoraði fýra mál hesaferð, umframt at leggja upp til mál hjá øðrum.

 

Vónandi kann Kringvarp Føroya finna eina loysn at fáa dystin komandi týskvøld millum Sävehof og Skøvde vístan í sjónvarpinum ella á heimasíðuni kvf.fo.