Elias og Sävehof leiktu javnt á útivølli

Kristianstad og Sävehof settu skjøtil á kappingina í bestu svensku mansdeildini í hondbólti

Elias Ellefsen á Skipagøtu og hinir spælararnir hjá verandi svensku meistarunum í hondbólti, Sävehof byrjaðu kappingina í bestu svensku hondbóltsdeildini suðuri í Skåne, har Kristianstad var mótstøðuliðið. 

 

Dysturin endaði við javnleiki 28-28. Í steðginum var Kristianstad á odda 13-12.

 

Elias Ellefsen skoraði tvey mál í dystinum, og vóru tey bæði skotin í fyrra hálvleiki. Elias fekk eisini tvær tveir minuttirs útvísingar í dystinum í kvøld. 

 

Tey 14 liðini í bestu svensku mansdeildini í hondbólti skulu spæla eitt grundspæl uppá 26 dystir áðrenn leiktar vera fjórðingsfinalur, hálvfinalur og finalur.

 

Komandi mikukvøld tekur Sävehof móti Ystad á heimavølli.

 

Liðið hjá Kjartani Johansen, Önnered spælir heimadyst móti Redbergslid komandi týskvøld.