Elias og Sävehof mugu spæla enn eina fjórðingsfinalu

Ein vánaligur seinni hálvleikur kostaði Sävehof sigurin móti Lugi

Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í Sävehof taptu fjórðu meistaraskaps-fjórðingsfinaluni fyri Lugi á útivølli í kvøld.

 

Støðan er nú 2-2 í uppgerðunum. 5. og avgerandi fjórðingsfinalan verður leikt í Partille komandi fríggjadag klokkan 17.

 

Sävehof var á sigurskós í fyrra hálvleiki, og vóru Elias og liðfelagarnir á odda 16-14 í steðginum.

 

Í seinna hálvleiki gekk av skriðuni hjá Sävehof. Endin var, at Lugi vann 30-26.

 

Elias skoraði fýra mál fyri Sävehof í kvøld.