Elias skoraði fýra mál tá Sävehof vann seg í oddin

Sävehof og Ystad hava nú bæði 15 stig

Elias Ellefsen á Skipagøtu hevði átta málroyndir og skoraði fýra mál tá lið hansara, Sävehof í dysti í bestu svensku hondbóltsdeildini vann 25-21 á Lugi á heimavølli í Partille. Í steðginum var Sävehof á odda 12-10.

 

Úrslitini lagaðu seg soleiðis, at Ystad sum var oddalið undan dystunum í kvøld tapti 28-29 (11-13) fyri Kristianstad á útivølli, og sostatt er Sävehof aftur oddalið. Bæði Sävehof og Ystad hava 15 stig, men Sävehof hevur betri málmun. 

 

Kristianstad er bert eitt stig aftanfyri við 14 stigum, og á fjórða plássi kemur Alingsås við 13 stigum, so talan er um eina sera spennandi kapping.

 

Spennandi avbjóðingar bíða Eliasi. Leygardagin klokkan 14.30 tekur Sävehof móti Alingsås í dysti í svensku steypakappingini, og týskvøldið spælir Sävehof útidyst í EHF European League móti franska liðnum, Aix.

 

Liðið hjá Kjartani Johansen,  Önnered spælir í annaðkvøld klokkan 18 móti Skövde á útivølli. Kjartan og liðfelagarnir hava bert fýra stig og liggja aftast í bestu svensku hondbóltsdeildini.