Elias skoraði trý mál í stórsigri hjá Sävehof

Sävehof fekk eina góða upptakt undan EHF European League dystinum í Kroatia í komandi viku

Liðið hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, Sävehof tók í kvøld móti Aranäs í bestu svensku hondbóltsdeildini. 

 

Sävehof vann stórsigur 33-20. Longu í steðginum var Sävehof á odda heili 19-8, og so ráddi bara um at halda munin í seinna hálvleiki.

 

Elias skoraði trý mál fyri Sävehof í kvøld. Sebastian Spante gjørdist toppskjútti hjá Sävehof við átta málum. 

 

Dysturin var ein góð upptakt hjá Sävehof áðrenn teir skulu ferðast til útidyst í EHF European League komandi týsdag.

 

Nexe úr Kroatia verður mótstøðuliðið hjá Sävehof. Dysturin byrjar klokkan 17.45 týsdagin.

 

Í bestu svensku hondbóltsdeildini er Sävehof oddalið saman við Ystad. Bæði liðini hava 13 stig fyri átta dystir. Sävehof hevur ein málmun uppá pluss 33. Ystad hevur ein málmun uppá pluss 30. 

 

Mánakvøldið klokkan 18 spæla Kjartan Johansen og liðfelagarnir í Önnered á útivølli móti Kristianstad. 

 

NrLiðDystirVunnirJavnirTaptirMálStig
1 IK Sävehof8611249 - 21613+ 33 
2 Ystads IF HF8611237 - 2071330
3 Alingsås HK8512230 - 2111119
4 HK Malmö8422233 - 228105
5 IFK Kristianstad6321169 - 152817
6 IFK Skövde HK6402178 - 165813
7 HK Aranäs8404214 - 2328-18
8 Hammarby IF HF7304205 - 19966
9 IF Hallby HK7304187 - 1946-7
10 Eskilstuna Guif IF7304186 - 2066-20
11 IFK Ystad HK8134216 - 2315-15
12 Önnereds HK7205195 - 2144-19
13 Lugi HF7106189 - 2062-17
14 Redbergslids IK7106191 - 2182-27