Elias skurðviðgjørdur í knænum - verður úti í fleiri mánaðir

Tað verður í fyrsta lagi í februar, at vit síggja Elias Ellefsen á Skipagøtu á vøllinum aftur

Svenska Aftonbladet ber tíðindini, at fremsti føroyski hondbóltsleikarin, Elias Ellefsen á Skipagøtu er skurðviðgjørdur í knænum, og hann verður ikki aftur at síggja á vøllinum fyrrenn í februar.

 

Hetta er eitt risastórt afturstig fyri bæði lið hansara, Sävehof og ikki minst eisini fyri føroyska A-landsliðið til komandi EM-undankappingina. 

 

- Hetta eru feigdartíðindi fyri okkum, staðfestir venjarin hjá Sävehof, Michael Apelgren. 

 

Umframt Elias eru William Andersson Moberg, Olle Ek, Emil Berlin och Gzim Salih uttanfyri við skaða hjá Sävehof. 

 

- Hetta er tungt sum blýggj fyri okkum. Vit byggja okkara felag uppá at satsa uppá ungar leikarar. Tí er tað eyka tungt fyri okkum, at vit ikki kunnu heysta fruktirnar av okkara arbeiði, og skula vera Elias fyri uttan komandi hálva árið, sigur Michael Apelgren. 

 

Staðfest verður, at Elias hevur havt trupuleikar við knænum síðani U20 EM-endaspælið í Portugal í summar, og í dag var hann so lagdur undir skurð.