Elias toppskjútti tá Sävehof vann seg í steypafinaluna

Sävehof vann greitt á Kristianstad í hálvfinaluni

Elias Ellefsen á Skipagøtu gjørdist saman við Sebastian Karlsson toppskjútti hjá Sävehof við sjey málum, tá Sävehof vann seg í svensku steypafinaluna við greiðum 33-23 hálvfinalusigri á Kristianstad.

 

Í steðginum var Sävehof á odda 17-11.

 

Sæð við føroyskum landsliðsbrillum er tað sera hugaligt at síggja Elias á vøllinum aftur við góðum avriki.

 

Upprunaliga skuldu Sävehof og Kristianstad spæla tvær hálvfinalur, heima og úti. Men korona-støðan gjørdi, at semja var gjørd um, at bara tann eina hálvfinalan skuldi spælast í Kristianstad. 

 

Í steypafinaluni spælir Sävehof móti Lugi.

 

Elias vann svenska meistaraheitið farna kappingarár. Nú fær hann so møguleikan at gerast svenskur steypavinnari.