Eliesar skal venja EB/Streym

EB/Streymur hevur í kvøld sett navn á tann mannin, sum skal venja besta liðið hjá felagnum komandi ár

Í longri tíð hevur ljóðað, at fyrrverandi Skála venjarin, Eliesar Olsen, skuldi gerast nýggjur venjari hjá EB/Streymi.

 

EB/Streymur váttar í kvøld á heimasíðu sínari, at sáttmáli er gjørdur við Eliesar Olsen, sum sostatt skal vera venjari hjá Effo-liðnum hjá EB/Streymi í 2015. Umframt at vera høvuðsvenjari hjá besta liðnum, skal Eliesar Olsen eisini vera ráðgevi hjá ungdómsvenjarunum hjá EB/Streymi.

 

Hóast Eliesar Olsen bert er 25 ára gamal, hevur Eliesar Olsen í fleiri ár verið venjari. Frá ár 2010 til á sumri í 2014, var hann venjari hjá besta liðnum hjá Skála.

 

Komandi ár verður tað sostatt felagsliðið úr Sundalagnum, EB/Streymur, ið fær gleði av venjaraevnunum hjá Eliesar Olsen.