Elin V. Tinsdkarð vann stóra altjóða kapping

Eftir at hava havt ein styttri steðg frá ríðingini er Elin V. Tindskarð aftur at síggja á breytunum til altjóða kappingar. Ríðisamband Føroya skrivar, at nú stutt undan NM royndi Elin V. Tindskarð og hestur hennara Oskar frá Breiðstøðum seg av í altjóða World Ranking kappingini Aros Gait Event í Herning.

 

Elin V. Tindskarð og Oskar gjørdu ikki mætari enn at tey vunnu T2s greinina rættiliga trygt, tey vóru eisini á odda í innleiðandi kappingini hósdagin.

 

Í dag tá A finalan var, gjørdu tey bæði so bart og vunnu sannførandi við 7,67 framman fyri Agnethe Schneider á Muni frá Langtved við 7,17.

 

– Ríðisamband Føroya ynskir Elin og Oskar hjartaliga til lukku við framúr flotta avrikinum.