Elisabeth vann bronsu í 200 rygg á NMJ

Elisabeth Erlendsdóttir svam seg fyrií dag til flott bronsuheiðursmerki á Norðurlendsku JuniorMeistarastevnuni 2021, tá ið hon í finaluni í 200 metra ryggsvimjing svam teinin uppá 2:14.29.

Elisabeth bronsu í 200 rygg á NJM 2021. June Jónsveinsdóttir eigur myndina

Tað skrivar svimjing.com.

 

Hetta er annað heiðursmerki, sum hon vinnur á hesi stevnu, har hitt fyrra var silvur í 100 metra rygg í gjár.

 

Sí úrslitalistan her. Splitt-tíðirnar siga sína egnu søgu, at hon var nr 6 aftan á fyrstu 50 metrarnar, og enn nr 6 aftan á 100 metrar, áðrenn hon dró seg fram til eitt 4. pláss aftan á 150 metrar, og so spurtaði til bronsuna, seinastu 25.

 

Elisabeth er úr Havnar Svimjifelag

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Elisabeth bronsu í 200 rygg á NJM 2021. June Jónsveinsdóttir eigur myndina