Elkaðal til Íslands lønsamur

Í síni tíð var ein arbeiðssetningur gjørdur til orkupolitikkin. Har vóru umrødd tvey stór projekt, Nólsoyarætlanin, sum fleiri útlendskar fyritøkur vilja gera íløgur í og so elkaðal til Íslands.

Til umbrótaran

 

Hetta er minna greinin sum ikki nýtist at setast so stórt upp. Kanska ein kassa ella so,

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Bjarni Djurholm: -Vit vóru eitt sindur ivasamir at byrja við, tí íslendingar hava verið so afturhaldnir at selja streym, men nú hava vit gjøgnum eitt miðvíst samskifti millum Orkustovnin í Reykjavík og okkara egna Jarðfeingi og SEV gjørt nakrar fyribils niðurstøður, sum verða handaðar Vinnumálaráðnum seinast í november. Tá skal man politiskt taka støðu til, um man vil fara víðari við hesum projektum. Ábendingar úr Íslandi siga, at teir eru hugaðir at gera eina avtalu við okkum. Vit kunnu keypa kappingarføran streym úr Íslandi at brúka í Føroyum.

 

Gera vit íløgu í ein elkaðal uppá 1,9 mia. og so nakað aftrat í netið á landi, so er tað ein íløga, sum ber seg og sum kann vera realistisk innan 5 til 10 ár, men tað krevur so, at fólk mugu skifta yvir til at brúka el til upphiting. Tí mugu vit eisini seta upp fleiri motarar sum backup skipan tvs. útbygging av vatni og vindi.