Í nátt føroyska tíð spældu Chile og Peru dyst í innleiðandi Copa America bólki A í Arlington í Texas í USA.
Dysturin endaði við javnleiki 0-0. Í sama bólki vann Argentina dagin fyri 2-0 á Kanada.
Málverjin hjá Chile, núverandi málverjin hjá Betis Sevilla, og fyrrverandi málverjin hjá Manchester City, FC Barcelona og Real Sociedad, Claudio Bravo setti eitt serligt met.
Við sínum 41 árum og 69 døgum er Claudio Bravo elsti leikarin nakrantíð, ið hevur leikt ein dyst í Copa America kappingini.
Gamla metið átti málverjin hjá Bolivia, Carlos Trucco sum var 39 ár og 322 dagar, tá hann vardi málið hjá Bolivia í dysti móti Brasil í Copa America kappingini í 1997.
Í dystinum millum Chile og Peru hendi eisini tað ótrúliga, at liðskiparin og toppskjúttin hjá Peru Paolo Guerrero gjørdist við sínum 40 árum og 172 døgum næstelsti leikarin nakrantíð í søguni hjá Copa America.
Og soleiðis gjørdist ein 0-0 javnleikur kortini áhugaverdur.