Her er skotski EM-hópurin

Ben Doak er ikki millum teir kosnu

Mynd: Scanpix

Skotski landsliðsvenjarin, Steve Clarke hevur kunngjørt hvørjir 26 leikarar skulu manna skotska EM-hópin undir EM-endaspælinum í Týsklandi. 

 

Málverjin hjá Hearts, Craig Gorden og áleyparin hjá Liverpool, Ben Doak eru ikki millum teir kosnu.

 

Komandi fríggjakvøld klokkan 19 spælir Skotland setanardyst móti vertunum, Týsklandi. Hini liðini í bólkinum eru Sveis og Ungarn.

 

HER er skotski EM-hópurin:

 

 

 

  • Málverjar: Zander Clark (Hearts), Angus Gunn (Norwich), Liam Kelly (Motherwell)
  • Verjuleikarar: Liam Cooper (Leeds United), Grant Hanley (Norwich), Jack Hendry (Al-Ettifaq), Ross McCrorie (Bristol City), Scott McKenna (Copenhagen), Ryan Porteous (Watford), Anthony Ralston (Celtic), Andy Robertson (Liverpool), Greg Taylor (Celtic), Kieran Tierney (Real Sociedad)
  • Miðvallarar: Stuart Armstrong (Southampton), Ryan Christie (Bournemouth), Billy Gilmour (Brighton), Ryan Jack (free agent), Kenny McLean (Norwich), John McGinn (Aston Villa), Callum McGregor (Celtic), Scott McTominay (Manchester United)
  • Áleyparar: Che Adams (Southampton), Tommy Conway (Bristol City), James Forrest (Celtic), Lewis Morgan (New York Red Bulls), Lawrence Shankland (Hearts)

 

##med2##

 

Mynd: Scanpix