Frá í dag og til og við sunnudagin verður EM í frælsum ítrótti í Hollandi. Føroyar hava tveir luttakarar við hesu ferð, Kristian Martin Garðalíð, ið kappast í kúlukasti, og Júst í Túni, ið kappast í renning. Kappingin er samstundis ein roynd hjá teimum báðum at vinna sær pláss í paralympisku leikunum, sum verða í Rio í 2016.
Bæði Kristian Martin og Júst hava verið darvaðir av skaða í seinastuni, so spennandi verður at síggja, hvussu teir fara at standa seg í Hollandi.
Kristian Martin skal kappast frá kl 14.30 í dag, meðan Júst skal renna 1500m fríggjakvøldið kl 19.30 og 800m leygardagin kl 12.45.
Til ber at fylgja við úrslitum frá kappingini á www.7thinasec.com