Í annaðkvøld klokkan 19.30 verður frændauppgerð í Mercedes Benz Arena í Berlin.
Tá verður dystur í innleiðandi EM-bólki D millum Føroyar og Noreg. Føroyar taptu tepurt 29-32 (13-13) fyri Slovenia, meðan Noreg vann stórsigur 32-21 (15-10) á Pólandi.
Noreg er eisini risastórur favorittur hjá 14 altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin at vinna á Føroyum.
Oddsini upp á føroyskan sigur liggja millum 9,00 og 14,00, ið er rættiliga høg odds.
Oddsini upp á norskan sigur liggja millum 1,03 og 1,09, ið eru sera lág odds.
HER eru oddsini:
##med2##