Hvønn gerandisdag millum klokkan 10 og 11 verður EM radio á FM1.
Óli Djurhuus og Petur Zachariassen fara saman við Mathias Gaini Schou at umrøða undanfarnar og komandi dystir í EM-endaspælinum.
Mánadagar verður sum vanligt sendingin 10'arin millum klokkan 10 og 12. Í tí sendingini verður meira EM-tilfar umrøtt so sum søgur og aðrar hendingar sum viðvíkja EM-endaspælinum.
Øll kunnu hoyra FM1 á www.midlar.fo