EM-radio á FM1 í dag

FM1: Fótbóltspanelið verður longt við einum tíma í dag, nú EM byrjar

Í dag byrjar EM-endaspælið í mansfótbólti. Í tí sambandið verður EM-radio á FM1. Tað verður ein partur av Fótbóltspanelinum, sum er á FM1 hvønn fríggjadag. Í dag byrjar sendingin klokkan 15 og verður í tveir tímar.

 

Tað verður tosað um EM og um føroyskan fótbolt. Fyrsta bríksli í EM 2020 endaspælinum verður í kvøld klokkan 20, tá Italia tekur móti Turkalandi á olympiska leikvøllinum í Rom. Hesa ferð verður EM-endaspælið deilt yvir 11 býir í Evropa.

 

Um vikuskiftið verður 13. umfar í Bestri deildini hjá monnum. Hugt verður nærri at dystunum, og eisini verður tikið saman um nakrar hendingaríkar landsliðsdagar. Gestur í sendingini verður Teitur Joensen.

 

Í sendingini spyrja vit eisini:

 

Hvør vinnur EM?

Hvør verður besti spælarin?

Hvat lið floppar?

Hvør spælari livir ikki upp til navnið?

Hvør verður toppskjútti?

 

Send títt boð á 559999.